Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Miseydnað klumma

John William Joensen

Tað er blivið moderna at skriva ”klummur”. Skrivað verður við einum ávísum skálkabrosi um aktuel mál.

Summi duga sera væl at skriva klummur, meðan onnur fella í ta grøvina, at tey halda, at endamálið er at gera gjøldur burtur úr kendum persónum, men hetta verður so illa undirbygt, at tann sum kannar eftir, finnur skjótt útav, at skrivarin hevur misskilt evnið sum skrivað verður um.

Eitt dømi um hetta stóð í vikuskiftis Sosialinum, tann 16. oktober.

Undir yvirskriftini ”Hvat í himmalsins navni sigur tú, harra løgmaður”? Skrivar Heini í Skorini ógvuliga dramatiskt um úttalilsini hjá løgmanni um tunlar norður um Fjall: ” Allur tingsalurin heldur andanum, tá hann ressast úr stólinum…” ”Tíðin er komin til at traðka í karakter” o.s.fr. – Og so sigur løgmaður í roynd og veru einki.

Heini í Skorini skrivar: ”Sjálvur ressaðist eg við, tá tingformaðurin beyð Kaj Leo Johannesen orðið”. Eg veit ikki, um hetta skal skiljast soleiðis, at Heini var sovnaður, og vaknaði tá løgmaður fekk orðið. Men tað er í øllum førum spell, at hann ikki ressaðist við eitt sindur fyrri, tí hatta sum hann endurgevur, er bara ein viðmerking, sum kom aftaná sjálva røðuna.

Løgmaður helt fyrst eina røðu, har hann… – ja tú kanst gott kalla tað ”traðkaði í karakter”. Aftaná røðuna fekk hann ein spurning frá einum tingmanni, sum spurdi, hvat hann roknaði við fór at verða broytt, tá fíggjarlógin kom aftur úr fíggjarnevndini. Og tá var tað, at hann svaraði við orðunum, sum Heini í Skorðini helst hevur skilt sum sjálva røðuna.

Men lat meg nú ikki taka mótið frá klummuskrivaranum hjá Sosialinum. Hann skal endilig halda á við at skriva klummur. – Men eg loyvi mær tó at ynskja honum betri eydnu næstu ferð.

Helgi Abrahamsen