Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Misnøgd við ætlanirnar hjá býráðnum at ríva Reyðhús niður

John William Joensen

– Klaksvíksskákið skal røkka heilt oman í Klaksvíksgarðin, og nú er ætlanin komandi ár at gera vegateinin oman til Víkavegin, og fyri at geva pláss fyri hesum mugu Reyðhús takast niður, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, formaður í Teknisku Nevnd, við Norðlýsið, men á facebook hevur ætlanin elvt til kjak og fleiri halda at tað fær ongan enda hjá Klaksvíkar býráð, at sleppa sær av við tað gamla.

Klaksvíksskákið skal røkka heilt oman í Klaksvíksgarðin, og nú er ætlanin komandi ár at gera vegateinin oman til Víkavegin, og fyri at geva pláss fyri hesum mugu Reyðhús takast niður, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, formaður í Teknisku Nevnd, við Norðlýsið, men á facebook hevur ætlanin elvt til kjak og fleiri halda at tað fær ongan enda hjá Klaksvíkar býráð, at sleppa sær av við tað gamla.

Hóast næstan hálvt annað hundrað hava lika útsøgnina hjá formanninum í teknisku nevnd so eru fleiri sum ikki halda hetta verða skilagott.

…. So verða enn eini søgulig hús í Klaksvík slættaði við jørðina, tí at heilagu neytini, bilarnir, skulu sleppa framat. Reyðhús er bygt í 1899, Hans Jacob Niclasen í Horni lat tey byggja. Malena á Tjaldafløtti hevði her, fyrst í síðstu øld, fyrsta hotel og café í Klaksvík: ” Hotel British.” Betri hevði tað sømt seg, at býráðið umvældi og renoveraði húsini til upprunastand. So nógv gomul hús eru heldur ikki eftir í Klaksvík. Tað eru tá nakarir forferdiligir vandalar, ið stýra býnum, vita tey ikki av, at ein býur skal hava eina sál av gomlum og nýggjum fyri at fólk skal trívast í honum?……

…..Hygg bara niðri í Vági, har er ONKI eftir. Minnist ilt afturá tá ið tann mega kúlan lammaði gomlu húsini hjá Petur Jakku, næstan niður í einum, og tey hjá Pálla. Skilji ikki hugburðin í býráðnum. Klaksvíkin eigur ongan gamlan býling, tað haldi eg er vánaligt og illa hagreitt…..

…… púra rætt Klaksvík dugir ikki at varveita, her skal bara skræðast niður, halgatrý tað er synd, sum nú er mangla vit bara 2 hús úti í Klaksvíkisgarðinum at slæta við jørðina, ja so er tað gjørt, um 50 ár fara tey eftir posthúsinum, tí so passar tað heldur ikki inn. Noy um eg skilji….

…. So verða enn eini søgulig hús í Klaksvík slættaði við jørðina, tí at heilagu neytini, bilarnir, skulu sleppa framat. Reyðhús er bygt í 1899, Hans Jacob Niclasen í Horni lat tey byggja. Malena á Tjaldafløtti hevði her, fyrst í síðstu øld, fyrsta hotel og café í Klaksvík: ” Hotel British.” Betri hevði tað sømt seg, at býráðið umvældi og renoveraði húsini til upprunastand. So nógv gomul hús eru heldur ikki eftir í Klaksvík. Tað eru tá nakarir forferdiligir vandalar, ið stýra býnum, vita tey ikki av, at ein býur skal hava eina sál av gomlum og nýggjum fyri at fólk skal trívast í honum?……

les viðmerkingar her