Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Misnøgdir við atløguviðurskiftini í Haraldssundi

John William Joensen

Brøðurnir Kári og Brandur í Kongsstovu, bjóða seg nú framm at fáa gjørt atløgusíðuna í Haraldssundi, um ikki Kunoyar Kommuna er før fyri tí

Tá Norðlýsið í gjár var norðuri í Haraldssundi við myndatólinum, vóru teir frá umborð á trolbátinum Dýrindal í ferð við at taka trol umborð.
– Umstøðurnar hjá okkum at liggja við bryggju í Haraldssundi eru út av lagið vánaligar, sigurr Kári í Kongsstovu, sum vísir okkum á at eingir fendarar eru við bryggjukantin

Nakrir gummiringar hanga niður við bryggjuni, men langt er ímillum teir og tí má trolbáturin brúka fríhald fyri at liggja við bryggjuna.
– Hóast nógv hevur verið tosað um at betra um viðurskiftini á bryggjuni so er einki hent – og nú hava vit avgjørt at bjóða okkum fram at gera arbeiði fyri Kommununa, sigur Kári í kongsstovu.