Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Mítt størsta ynski er at fáa egna íbúð

DANIAL VIÐOY

Tað sigur Emil Bjarnaskor, sum hevur svarað tíggju spurningum frá Norðlýsinum. Emil hevur nú verið heima í Føroyum síðani septembermánað, og hann hevur tað gott. Men tað eru nógv ting, sum kundu verði gjørd betri, heldur hann.

Tað sigur Emil Bjarnaskor, sum hevur svarað tíggju spurningum frá Norðlýsinum. Emil hevur nú verið heima í Føroyum síðani septembermánað, og hann hevur tað gott. Men tað eru nógv ting, sum kundu verði gjørd betri, heldur hann.

Her eru tíggju spurningar til Emil, sum hann sjálvur hevur svarað við sínum skerdu førleikum. Emil stavar við eini teldu og tað er hann vorðin góður til eftir hondini. Vit geva Emil orðið:

Hvussu hevur árið 2013 verið?

Jú nú kom eg heim 03-9-2013 eftir hava veri niðri í meira enn 2 ár, og eg eri sera glaður fyri tað. Men eg hevði fingið lovað frá Karsten Hansen landsstýrismanni, at Føroyar hevði pengar fyri venjing til mín, tá ið eg kom heim, men tá ið eg kom heim, fekk eg aldrin nakað tilboð uppá venjing, so vit máttu arbeiða við tí sjálvi. Og eg fekk lovað at alt var klárt tá ið eg kom heim, men einki var klárt, so vit mugu arbeiða sjálvi við øllum.

So havi eg eisini fingið eina íbúð játtað, men eg minnist ikki heilt nær; men haldi tað er 2 mánar síðani. Men eg sleppi hvørki at siga mína meining um, hvat manglar og hvat kundi verði øðrvísi.

So havi eg haft ein lækna, sum ikki gjørti nakað, sum vit bóðu um, so eg valdi at skifta lækna. Alt í alt er tað okay.

Hvat hevur glett teg í 2013?

Eg havi glett meg sera nógv, tí alt ljóðaði sera gott til tá ið eg skuldi koma heim. Men einki var gott, tað kundi alt verði betri.

Hvat hevur gjørt teg keddan í ár?

Tað sum hevur gjørt meg keddan, er at tað gongur so seint, og at eg skal fáa noktandi svar uppá so nógv. Og at eg skal bíða so leingi eftir svarið. So sigur Almannaverkið at tað skal vera ein hurð, men tú fart aldrin tann rætta persónin.

Hvat hevur verið tað besta við árinum 2013?

Tað, sum hevur verið best, er, at eg kom heim. Men um eg hevði fingið mína egnu íbúð, hevði alt verið betri. Men alt gongur so seint her heima, men alt kundi verið betri, um tað gekk skjótari.

Hvussu var tað at koma heimaftur til Føroyar, eftir at hava búð í Danmark í næstan tvey ár?

Jú, tað er altíð gott at koma heim aftur, men eg hevði tað gott í Danmark, so eg kann ikki grenja um nakað. Eg var á einum 4-5 støðum í Danmark, og eg hevði tað gott allastaðni, og eg havi tað gott her.

Hvat saknar tú mest í Danmark?

So sum eg havi sagt fyrr, hevði eg tað gott í Danmark. Starvsfólkini vóru sera fitt; so eg vil siga at eg sakni starvsfólkið mest.

Hvussu dámar tær umstøðurnar, har sum tú ert nú?

Altso mær dámar okay her, men hettar er ikki eitt stað fyri meg. Men tey hava lovað mær eina íbúð, men eg veit ikki nær hon er liðug. Tey bara lova og lova, men einki hendir; so eg veit onki.

Hvar fert tú at halda jól í ár?

Eg havi planir um at halda jól á mínum barndómsheimi á Viðareiði. Men bert um eg fái mín góða vin, Martin Johannessen at koyra meg. Enn havi eg ikki fingið nakran fastan buss, men vit arbeiða víðari við málinum. Tí at vit góðtaka ikki svarið vit fingu. Tað hevði verið lættari um eg hevði ein fastan buss. Men eg seti stóran prís upp á at Martin Johannesen hevur hug at koyra meg.

Tað hevur gingið væl hjá bæði Esbjerg og Liverpool í ár. Hvat dámar tær tað?

Ja, tað hevur gingið gott hjá Esbjerg og Liverpool. Í síðstuni hevur gingið illa hjá Esbjerg í Superliga, men í Europa Leauge hevur gingið sera gott. Vit kunnu siga teir hava Europa Leauge-eydnuna við sær.

Hjá Liverpool hevur tað gingið sera gott í PL. Men teir hava ikki Europa League ella Champions League at hugsa um.

Hvat er títt størsta ynskið?

Eg havi so sera nógv ynskir, men vit kunnu ikki fáa øll ynskir uppfylt, men tað hevði verið deiligt um tað var so.

Men míni størstu ynskir eru, at mín íbúð varð liðug skjótast gjørligt. Eitt annað ynski er, at teir kundu lovað mær ein buss. Tað hevði gjørt mítt lív lættari; tí so var eg ikki so tengdur av øðrum fólki allatíðina.

Eg vil við hesum høvi ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nyttár.

Harleyfacadeacryl