MÍTTLAND: Ein góður festivalur krevur eisini ein góðan enda, og tað fekk hann eisini. – Til hendan varð eitt stórt tjald bílagt. Vit kundu í ár verði tað fyri uttan, men hvør risikerar í hesum døgum. Ein væl garanteraður festivalur, sum fekk ein góðan enda við øllum sangarunum á pallinum.

Gissur Patursson, sum hevur samskipað festivalin, er væl nøgdur við festivalin.
– Eg hevði ikki nakað við skránna at gera. Um eg hevði, so høvdu møguliga onkrar broytingar verið, sigur hann.
– Tó so, eg hevði sjálvandi ikki strikað nakran, men eg hevði sett raðfylgjuna øðrvísi.
– Eg ornaði fyri, at vit fingu eitt tjald hesaferð, bert fyri at verða á tryggu síðuni. Í roynd og veru hevði ikki verið brúk fyri hesum, men hvat um tað endaði við illveðrið …
– Hetta varð ein væl tryggjaður festivalur, sum fekk ein serstakan enda við tjóðsangi og einum popputum tjóðsangi.
Tann popputi tjóðsangurin sæst og hoyrist niðanfyri. Hin kemur, ja hvør veit, kanska í morgin: