Einki tykist steðga liðnum úr Klaksvík, sum í løtuni vísir stórspæl.
Í dag var toppdystur í bestu mansdeildini og Mjølnir vann greitt 3-0 móti Fleyr. Mjølnir hevur sostatt fult stigatal og er á odda í deildini. Liðið úr Klaksvík hevur tó tapt dystir í steypakappingum fyrr í ár og tykist sum eitt lið, sum á einum ringum degi kann tapa.
Í dag var tó eingin ivi og Mjølnir vann 3-0 móti Fleyr, sum manglaði onkran lyklaleikara.















