Meistaradeildin hjá Mjølnir vann eisini kvinnufinaluna á Kambsdali. Hóast Mjølnir vann ein tryggan 3-0 sigur so var dysturin millum ÍF og Mjølnir sera javnur.
Settúrslitini vóru 21-25, 25-27 og 21-25.
ÍF gjørdi rættuliga um seg í øðrum setti tá fuglfirðingar tað einu løtuna lógu á odda heili 21-11. Men so kom skil aftur á spælið hjá Mjølnir, og setti endaði 27-25 til Mjølnir.
Meiri at lesa í blaðnum fríggjadagin
Tillukku Mjølnir.




