– Vit hava spennandi lið hjá bæði kvinnum og monnum í bestu deildini, men høvuðsvenjararnir eru ikki settir enn, sigur Tina Purkhús frá nevndini í Mjølnir.
Mjølnir er samanlagt mest felagið innan flogbólt, tá hugsað verður um at vinna kappingar í bestu mans- og kvinnudeildini. Í fjør var rættuliga ójavnt, hvussu hilnaðist hjá mansliðinum og kvinnuliðinum. Kvinnurnar vunnu greipuna í stórum stíli, meðan menninir endaðu aftast og einans vunnu ein dyst. Teir vóru merktir av, at stór útskifting var á liðinum, har nærum eingin leikari hevði roynt at spælt í bestu deildini áður, meðan kvinnurnar høvdu nærum sama lið, sum árið frammanundan eisini vann greipuna.
Kvinnurnar spennandi lið
Tina Purkhús er í nevndini hjá Mjølnir og hon sigur, at kvinnurnar koma at missa tríggjar lyklaleikarar, men at nógv gott fólk er eftir, og tí kemur tað at vera ein spennandi lið. Hon vil tí ikki lata illa at.
– Tað hevur verið nógv blást upp um, at vit missa nógv fólk hjá kvinnunum. Men vit missa bara tríggjar leikarar. Men talan er um sera góðar leikarar í Birgit Guttesen, Einu Kalsø og Sofíu Purkhús. Men hinar halda allar fram og fleiri av teimum eru eisini á landsliðinum. Har umframt høvdu vit eisini fleiri ungar leikarar, sum fingu spælitíð seinasta kappingarár og sum nú fáa størri álit. Hesar fáa nú størri álit. Og so eru aðrir ungir spennandi leikarar, ið koma frá Gentum 16 ár, so sum heild sær út sum, at vit fáa eitt spennandi lið næsta ár hjá kvinnunum. Men enn hava vit ikki sett nakran høvuðsvenjara og eru ikki í samráðingum við nakran, men arbeiða við málinum, sigur Tina Purkhús við Norðlýsið.
Menninir vera betri
Hjá monnunum er heldur eingin venjari settur enn, men har sær betri út enn í fjør.
– Hjá monnunum sær faktisk betri út enn í fjør. Teir halda uppá alt fólkið og hava nú fleiri royndir. Móti endanum í fjør fekk liðið eisini tilgongd av fleiri ungum og høgum leikarum, ið vera spennandi at fylgja. So eg vænti faktisk, at tað kann fara at blíva sera áhugavert at fylgja mansliðinum, sigur Tina Purkhús við Norðlýsið.




