Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mjølnir kann vinna sætta steypasigurin

Jákup Ósá

(Steypafinala í flogbólti) Mjølnir kann vinna steypakappingina fyri sættu ferð og triðju ferð á rað í morgin, um tað eydnast at vinna móti SÍ.

(Steypafinala í flogbólti) Mjølnir kann vinna steypakappingina fyri sættu ferð og triðju ferð á rað í morgin, um tað eydnast at vinna móti SÍ.

Kvinnur – Steypafinalur í flogbólti 2000 – 2012:
Ár Lið Úrslit Sett
2012 Mjølnir 3-1 25-22 25-16 19-25 25-11
2011 Mjølnir 3-2 25-15 22-25 25-19 22-25 15-12
2010 Dráttur 3-2 22-25 25-15 21-25 25-17 15-09
2009 ÍF Fleyr 3-1 25-19 25-21 22-25 30-28
2008 ÍF 3-0 25-12 25-17 25-21
2007 Dráttur KÍF 3-2 19-25 25-19 21-25 25-08 15-13
2006 TB ÍF 3-1 32-30 25-19 23-25 25-16
2005 Mjølnir TB 3-1 25-20 25-21 13-25 25-19
2004 TB Dráttur 3-1 25-11 20-25 25-16 25-19
2003 TB ÍF 3-1 25-17 24-26 27-25 25-20
2002 TB Mjølnir 3-1 25-18 25-23 13-25 25-22
2001 Mjølnir Dráttur 3-2 17-25 17-25 25-23 25-15 19-17
2000 Mjølnir Dráttur 2-0 (21-16; 21-16)(21-18; 24-22)

Mjølnir er mest vinnandi felagið í steypakappingini hjá kvinnum. Mjølnir hevur vunnið 5 ferðir.

Steypsigrarnir eru soleiðis býttir sambært fbf.fo:

5: Mjølnir

4: TB

2: ÍF

1: SÍ

1: Dráttir

Vinnur Mjølnir í morgin, so hevur liðið vunnið sín triðja sigur á rað og ferðasteypið til ognar. Tað er eitt sindur ógreitt, men helst merkir hetta, at tær vinna ferðasteypið til ognar.

Sum áður nevnt, so koyrir ókeypis bussur frá Badmintonhøllini leygardagin kl. 11.30.