Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mjølnir kvinnurnar vunnu lættliga á TB

Jákup Ósá

Mjølnir kvinnurnar vunnu lættan 3-0 sigur í seinasta dystinum áðrenn steypafinaluna.

Mjølnir kvinnurnar vunnu lættan 3-0 sigur í seinasta dystinum áðrenn steypafinaluna.

TB var á vitjan í Klaksvík í dag. Spenningur kom ongantíð í dystin. Fyrsta settið vann Mjølnir 25-8 og hóast TB fekk fleiri stig í teimum næstu settunum, so vann Mjølnir greitt. 2. sett endaði 25-17 og 3. sett 25-16.

Mjølnir liggur á odda í landskappingini við 30 stigum, ið er fult stigatal, meðan TB liggur nr. 4 við 17 stigum.

Komandi leygardag spæla Mjølnir kvinnurnar steypafinalu móti SÍ, ið hevur verið nærmasti kappingarneyti hetta kappingarárið.