Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mjølnir vann FK-cup

Jóhann Lützen

Mjølnir menninir vunnu allar sínar dystir og struku tískil avstað við vinnarakurvini

Fleyr skipaði fyri afturvendandi FK-cup í Tórshavn ígjár. FK-cup er seinasti møguleiki hjá liðunum at fáa spælið at koyra, tí talan er um eina venjingarkapping. 

Fleyr, ÍF, SÍ, Ternan og Mjølnir leiktu ein dyst ímóti hvørjum øðrum og síðani varð støðan gjørd upp. Mjølnir vunnu allar sínar dystir 2-0 og tað bleiv nógv roterað, so allir leikararnir fingu væl av spælitíð.

Landskappining byrjar fyrst í november. Oktober mánaði er settur av til ymsu ungdómslandsliðini hjá flogbóltssambandinum.