Mjølnir leikti leygardagin í Sørvági. Dysturin endaði 3-1 til nýklaktu steypavinnararnar.
Mjølnir leikti leygardagin í Sørvági. Dysturin endaði 3-1til nýklaktu steypavinnararnar.
Mjølnir hevur við sigrinum í Sørvági nærum tryggja sær 1. plássið.Mjølnir hevur 33 stig, meðan SÍ hevur 26 stig á øðrum plássi. Kappingin erblivin harðari um seinna finalu plássið, tí Fleyr liggur nú bara eitt stigaftanfyri SÍ.
Talan var annars um greiðan mun í øllum settunum í dystinumleygardagin. Mjølnir vann tað fyrsta 25-16, men SÍ svaraði aftur og vann 25-19í næsta settinum. Tey bæði síðstu endaðu við 25-19 og 25-14 til Mjølnir, ið másigast at vera favorittur at vinna greipuna í ár.
Mjølnir hevur tríggjar dystir eftir í landskappingini áðrennfinalurnar standa á skránni.
Myndina eigur Álvur Haraldsen.




