Eftir tryggan 3-0 sigur á Ternuni í gjárkvøldið – tann fjórði á rað í Føroya Tele-kappingini – er Mjølnir av álvara við í kapprenningini um seinna finaluplásið í FM-kappingini saman við Fleyr og SÍ. Við teimum trimum stigunum kemur Mjølnir upp á 14 stig fyri fyri átta dystir, beint í hølunum á SÍ sum hevur 15 stig fyri níggju dystir. Nakað frammanfyri er Fleyr við 20 stigum fyri níggju dystir.
Føroya Tele-deildin, kvinnur:
Ternan – Mjølnir 0-3 (8-25, 15-25, 14-25)
Tað tók Mjølni einans 13 minuttir at vinna fyrsta settið 25-8, eftir at Mjølnir fór frá 10-5 til 23-6. Ternan stóð seg munandi betur í øðrum setti og var bert aftanfyri við trimum stigum við støðuna 10-13, tá tað fór at dragna, og Mjølnir síðan vann 25-15. Í triðja setti fór Mjølnir tíðliga seks stig framum, áðrenn settið varð vunnið 25-14.
Sunnudagin hevur Fleyr trupla uppgávu, tá ósigraða oddaliðið Dráttur vitjar. Hetta kann gerast gyltur møguleiki hjá Mjølni og SÍ at nærkast Fleyr, skuldi havnarliðið ikki fingið stig í tí dystinum. Men hjá Mjølni verður uppgávan ímóti TB sunnudagin alt annað enn løtt. Seinast tey spældu, vann Mjølnir 3-2 á Tvøroyri. Hjá SÍ sær uppgávan lættari út, tí mótstøðan sunnudagin er Ternan, sum einki stig hevur vunnið enn og bara eittans sett.



