Talan var um javnan dyst í Badmintonhøllini í gjár fyrstu tvey settini, men síðani gjørdist munurin ov stórur
Karmarnir kring meistaradeildina hjá kvinnum og monnum hava fingið eitt lyft í ár. Dystirnir vera vístir beinleiðis á Rás1 og hetta gevur møguleika til meira lýsingar. Mjølnir hava fingið fleiri bandalýsingar kring vøllin og fleiri eru á veg.
Á vøllinum vístu føroyameistararnir royndirnar tá teir í avgerandi løtunum tóku røttu avgerðirnar. SÍ pressaði Mjølnir sera væl fyrstu tvey settini. Í triðja setti gjørdist munurin sjónligur og tá settið var komið í helvt hevði venjarin Cristian Imhoff gjørt so nógvar útskiftingar, at tað í veruleikanum var U19 hjá Mjølnir, ið leikti. Teir stóðu royndina og vunnu fleiri góðar bóltar. Millum annað blað ungi Martin H. Poulsen fekk ein sera góðan blokk móti útlendinginum á SÍ liðnum og øll høllin kókaði.
Mjølnir 3 – 0 SÍ: Settúrslit: 27-25, 31-29 og 25-19





