Mjølnir kvinnurnar hava vunniđ allar sínar dystir higartil í ár
Nú flogbólturin fer í jólaferiu kunnu Mjølnir kvinnurnar halda jól viđ góđari kenslu.
Tær hava vunniđ allar sínar dystir í fyrru hálvu. Framgongdin er sjónlig á liđnum, leikararnir hava ment seg og venjingarmentanin er betrađ nógv.
Í dag vunnu tær 3-2 móti FM favorittunum úr Drátti. Dysturin var tættur og vardi tveir tímar.
Settúrslitini vóru: 25-20, 18-25, 21-25, 25-23 og 18-16



