Landskappingin i flogbólti er farin í gongd og Mjølnir høvdu vitjan av meistarunum frá í fjør. Okkara menn vunnu 3-1
Hugaligt varð at síggja mongu uppmøttu áskoðararnar. Tað mundu verða eini 150 áskoðarar til dystin í dag. Vónandi verður hetta ein trend framyvir.
Mjølnir vunnu 3-1 og síggja sterkir út í álopspartinum, ímeðan avbjóðingar eru í verjupartinum. Í triðja setti fall kvaliteturin hjá okkara monnum og ÍF tóku av. Teir vunnu settið. Mjølnir reistu seg aftur og vunnu fjórða settið og hava lagt seg á odda í landskappingini.
Settúrslitini vórðu 25-18, 25,19, 21-25 og 25-21.
Í morgin spæla okkara kvinnur í Kollafirði móti KÍF.



