Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mobilnetið riggar aftur

Jákup Ósá

Mobilnetið lá niðri fyri løtu síðani.

BRÁÐBOÐ: Mobilnetið er niðri í løtuni, og tí ber ikki til at tosa í fartelefon.

Hvat er galið, ber ikki til at siga, men ein feilur í mobilnetinum ger, at alt samskifti við fartelefon – helst kring alt landið – riggar ikki í løtuni.

Arbeitt verður við málinum, sigur Føroya Tele fyri løtu síðani.

Dagføring kl. 17.35:

Mobilnetið hjá Føroya Tele koyrir nú aftur, sum tað skal.

Klokkan umleið 16 fór mobilnetið hjá Føroya Tele, soleiðis at tað ikki bar til at tosa í fartelefon á netinum hjá Føroya Tele.

Stutt fyri klokkan 17.30 eydnaðist at fáa netið uppaftur, soleiðis at tað nú aftur ber til at tosa í fartelefon