Møðgurnar Dagny og Astrid sýna fram í Miðlan í mai
Astrid er úr Klaksvík og búsitandi í Sørvági. Hon hevur teknað og málað frá barndómi av. Hon hevur verið á Háskúla í Kerteminde í Danmark, har høvuðsgreinirnar vóru list, hondverk og snið. Eisini hevur Astrid gingið í kvøldskúla hjá Archibald Blak og Pól Skarðenni.
Astrid hevur verið við á ymiskum framsýningum kring landið seinastu árini. M.a. á Norðoyastevnuframsýning, Lions Club, Café 45 og í Smiðjuni í Lítluvík. Seinasta einstaka framsýningin var í Snarskivuni í Tórshavn í jan.-feb. 2007. Málningar eru eisini javnan at síggja í Glarsmiðjuni í Havn.
Dagny Tróndheim hevur altíð havt hug og evni til at skapa. Henni dámar væl at mála í frítíðini, og fæst annars við ymisk handalig arbeiði. Hon hevur gingið í kvøldskúla hjá Archibald Black og póllendinginum Alec Krulow, og eisini verið á skeið hjá Randi Gunnarsdóttir. Dagny hevur m.a. sýnt fram í Kunningarstovuni í Klaksvík, Smiðjuni í Lítluvík og Café45. Einaferð hevði hon til uppgávu at prýða til tiltak hjá Bót til Bata. Dagny er sjúkrahjálpari á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.




