Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Móðurmálsdagurin 2017 verður í Løkshøll 25. mars

Jóhann Lutzen

Málráðið hevur valt yrkismál sum evni fyri Móðurmálsdagin 2017. Í ár verður dagurin í Løkshøll í Runavík leygardagin 25. mars, kl. 13-16

Málráðið hevur valt yrkismál sum evni fyri Móðurmálsdagin 2017. Í ár verður dagurin í Løkshøll í Runavík leygardagin 25. mars, kl. 13-16

Móðurmálsdagurin verður hildin á føðingardegi V. U. Hammershaimbs. Hann var føddur 25. mars 1819. Málráðið skipar fyri almenna móðurmálsdegnum, og í ár verður dentur lagdur á yrkismál.

Tiltakið endar við, at ein móðurmálsvirðisløn verður handað.

Við at seta sjóneykuna á yrkismál vísir Málráðið á týdningin á øllum økjum at hava eitt væl virkandi mál, sum alt árið kann rúma øllum samskifti og øllum tí, sum fólk fáast við í sínum yrki.

Tiltakið er alment og ókeypis.

Sí plakat um tiltakið niðanfyri.