– Vit selja bert vikuskiftispass í forsølu, men um nøkur atgongumerki verða eftir, fara vit at selja dagsbilettir við dyrnar, sigur Steintór Rasmussen, sum er ein av fyriskiparunum av Summar Festivalinum.
Áhugin fyri at keypa vikuskiftispass til Summar Festivalin er stórur, og júst í hesum døgum er stór søla, tí prísurin á vikuskiftispassum hækkar mikudagin. Nógv fólk hava spurt, um tað ber til at keypa atgongumerki fyri bert ein dag á Summar Festivalinum, og tað fer møguliga at lata seg gera.
– Vit selja bert vikuskiftispass í forsølu, men um atgongumerki verða eftir, fara vit at selja dagsbilettir við dyrnar, sigur Steintór Rasmussen, sum er ein av fyriskiparunum av Summar Festivalinum.
– Áhugin fyri Summar Festivalinum hevur ongantíð verið so stórur, sum hann er í ár, og tað síggja vit eisini aftur í søluni av vikuskiftispassum, sigur hann.
Fyrireikararnir av Summar Festivalinum hava gjørt av, at um dagsbillettir verða seldar, verða tær seldar fyri hendan prís:
Hósdag: 250 krónur
Fríggjadag: 600 krónur
Leygardag 600 krónur.
Fram til týskvøldið á midnátt kostar eitt vikuskiftspass, sum umfatar allar tríggjar dagarnar á Summar Festivalinum, 795 krónur.




