Sambært NRK umhugsar UEFA at gera tað ólógligt at skalla bóltin í fótbólti framyvir. Orsøkin er, at tað kann viðføra demens og heilaskjálvtar, eins og minnismiss, depressión ella aggressivitet.
Í løtuni kanna granskarar, hvørjar avleiðingar “skallarar” hava fyri heilsuna hjá fótbóltsspælararnar. Koma teir fram til, at avleiðingarnar eru ov ógvusligar, umhugsar UEFA at banna nýtslu av høvdinum til at flyta bóltin við, júst sum tað í dag ikki er loyvt at brúka hendurnar og armarnar.
Har hava verið greið tekin um heilaskjálvtar. Mong minnast Nordin Amrabat frá í fjør og Christoph Kramer í finaluni í HM í 2014, sum spurdi dómaran “Er hetta finalan?” Hann slapp tó at halda fram, men í báðum førum var talan ivaleyst um heilaskjálvta. Legendan Alan Shearer hevur eisini staðið fram (í 2017) og sagt, at hann óttast fyri at fáa demens av teimum mongu skallarunum. Av teimum 260 málunum hann skoraði í Premier League, vóru 46 við høvdinum.
Úr øðrum ítróttum er hetta væl kent. Í amerikonskum fótbólti spæla leikararnir í tungum hjálmum, og kortini eru fleiri dømir um leikarar við heilaskaðum. Eisini í hockey og nevaleiki eru mong dømi um, at heilin fær skaða av at verða raktur ella at høvdið verður rakt ella rakar. Dømini umfata eisini líðininga CTE, chronic traumatic encephalopathy, sum er lívsvarandi og gevur mein seinni í lívinum.
Enn eru ikki greitt, um tað stendur so illa til í fótbóltinum. Men ábendingar eru kortini, og tær hava gjørt, at tað verður granskað í hesum í løtuni, og UEFA fer at taka støðu við støði í teimum granskingarúrslitunum. Spurningurin er so, hvat onnur fótbóltssambond gera, um UEFA setir forboð fyri skalla í europeiskum fótbólti.
Kelda: https://www.nrk.no/sport/uefa-vurderer-a-forby-headinger-om-forskerne-har-rett-1.14393223



