Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Møguliga nýggjur ungur føroyskur leikari í KÍ-hópinum í morgin

Jákup Ósá

Sera nógvir skaðar gera um seg í KÍ-hópinum í løtuni og tað ger, at vit í morgin møguliga fara at síggja eitt nýtt navn í hópinum.

17 ára gamli Heini Dai Jørgensen er vágamaður, ið gongur í skúla í Klaksvík, og sum skilst hevur hann gjørt sáttmála við KÍ í vikuni. Hann hevur vant við besta liðnum stóran part av árinum í ár og hevur spælt við næstbesta liðnum.

Fyrr í vikuni skrivaðu vit um, at til onkra venjing í vikuni hava 14 sáttmálaleikarar mangla, og tað ger, at kanska nýggj nøvn sleppa í dystarhópin hesaferð.