Tað verður neyvan ein trupulleiki at motivera seg hjá Molde-legendunum í KÍ.
Lutakastið til 3. umfar í Champions League hevur verið. Skuldi KÍ framt eina sensatión afturat, so skal KÍ møta vinnaranum av HJK Helsinki-Molde. Magne Hoseth, Daniel B. Hestad og Vegard Forren teljast millum størstu legendurnar í søguni hjá Molde, so hjá teimum verður hetta helst ein eyka motivatión. Um so verður, so hevur KÍ heimadyst fyrst.



