Mótstøðuliðið hjá KÍ í kvøld vil fegið hava toppskjúttan hjá KÍ at koma til Molde at royndarvenja, tá ið føroyska kappingarárið verður liðugt
Molde hevur bjóðað Hjalgrími Elttør at koma til Noregs at royndarvenja, tá ið føroyska landskappingin verður liðug fyrst í oktober. Tað sigur stjórin í Molde FK, Espen Silseth, við Romsdals Budstikke í dag. Tá ið KÍ í 10. umfarinum vann 1-0 á GÍ fyri fimm vikum síðani, var Hjalgrím Elttør einsamalli málskjúttin. Tey, sum sóu dystin, minnast ivaleyst fína og flata langskotsmálið hjá Hjalgrími. Millum áskoðararnar ta ferðina var Odd Berg, sum er venjari í Molde. Hann og stjórin og hinir í Molde vita eisini, at Hjalgrím sunnudagin skoraði fýra mál, og at hann er toppskjútti í føroysku landskappingini.
Molde leitar desperat eftir einum spælara, sum kann skora mál upp á møguleikarnar, sum teir siga seg hava í øllum dystunum. Tann maðurin verður kortini ikki Hjalgrím Elttør. Tað ber bara til at gera avtalur fram til 31. august, og tað verður heldur ikki mett, at Hjalgrím er maðurin, sum soleiðis beinanvegin kann fara inn á liðið.
Enn er ikki greitt, um Hjalgrím fer at taka av tilboðnum um at koma til Molde at roydarvenja.




