Hanus Vang, bóndi var bæði blíður og týður.
Vit fingu sum sagt aðrastaðni eisini, innbjóðing at vitja nýggja fjósið á Vatnaskørðum, sum liggur á Hoyvíksgarði. Tað er úr Hoyvíksgarði og úr Kaldbak, nýggja fjósið er sprottið.
Hanus Vang, bóndi var bæði blíður og týður.
Ein kúgv – 100 tons av mjólk
Hanus bjóðaði okkum inn í gamla fjósið á Hoyvíksgarði, har hann hevði kúnna Monu liggjandi á bási. Stoltur vísti Hanus okkum Monu og greiddi fra, at hon nú var 20 ára gomul, hevði kálvað 18 kálvar og hevði mjólkað 100 tons av mjólk hesi 20 árini.
Hon tímdi ikki so væl alt tað nýggja
Hanus Vang er farin frá sum bóndi, og hevur latið garðin til systursonin Siggert Patursson fyri árum síðani. Hanus helt fyri, at Siggert vil ikki at gamla Mona skal við niðan í allan tann automatisa hurlivasan har uppi. Hann er so góður við Monu, at hann mjólkar henni við hond her í gamla fjósinum, har hon einsamøll nýtir sítt otium. Tað er nærum einasta kúgvin hann nertir ein heilan arbeiðisdag. – Nýggjar tíðir, helt Hanus.
Mona var ikki meira einsamøll enn so, at hon fær vitjan hvønn dag, og uppi undir loftinum, har bitin var í gomlum døgum, sat ein høna so hugnalig og svar.
270 áseyðir
Beint við síðuna av neytafjósinum var rættin og flettingarrúmið. Hanus visti okkum eisini inn hagar og seði, at 270 áseyðir hoyrdu til garðin, og at teir høvdu skipað seg so væl her í flettingarrúminum, at teir kundu fletta um 150 lomb ein langan flettingardag.




