Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mong lið hava havt trupulleikar í Andorra

Jákup Ósá

Andorra tapir sum oftast, men ofta hevur talan verið um tepur tap.

Lið sum Sveis og Wales hava verið í Andorra og vunnið tepran sigur við einum máli. Hóast Andorra hevur tapt allar teir seinastu 10 heimadystirnar í HM/EM undankappingum, so er sjáldan talan um stórtap.

Seinastu 10 úrslitini á heimavølli í HM/EM undankapping eru hesi:

2016: Andorra-Sveis 1-2

2016: Andorra-Lettland 0-1

2015: Andorra-Belgia 1-5

2015: Andorra-Kypros 1-3

2015: Andorra-Bosnia Herzegovina 0-3

2014: Andorra-Ísrael 1-4

2014: Andorra-Wales 1-2

2013: Andorra-Rumenia 1-4

2013: Andorra-Holland 0-2

2013: Andorra-Turkaland 0-2

Landsdysturin millum Andorra og Føroyar byrjar í morgin kl. 17.00 føroyska tíð.