Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Morgan sportbilar til Klaksvíkar

John William Joensen

Mikudagin millum kl. 15-16 vitjað 22 Morgan sportbilar bakarríið hjá Jórun

Talan er um limir í danska bilklubbinum Morgan Sports Car Denmark, sum koma higar at hátíðarhalda 100 ára stovningardagin hjá ensku Morgan bilverksmiðjuni.

Morgan eru smáir lágir sportbilar við stórum motorum. Teir flestu hava V8 motorar við heilt upp til 250 hk, sum koyra frá 0-100 km/t upp á millum 5,5 og 6,0 sekund. Allir Morgan eru hondgjørdir.

Mikudagin vitjað teir uttan fyri Bakarríði hjá Jórun millum kl. 15 og kl. 16.-