Mikumorgunin komandi verður eitt nýtt tiltak í kirkjuni. Hetta er morgunsangur, ið byrjar kl. 10.00. Prestarnir skiftast um at hava eina stutta andakt – mikumorgunin er andaktin v/Hanusi á Gørðum. Morgunsangur verður síðani annan hvønn mikumorgun, og eftir løtuna er kaffi og hugnalig samvera í kirkjukjallaranum.



