Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Morsnigilin nørist nógv

John William Joensen

Dreparasnigilin, ella Morsnigilin, sum hann nú kallast á føroyskum, ger um seg í Klaksvík.

Tað er eitt sindur ymiskt frá býlingi til býling í Klaksvík, hvussu títtleikin av morsnigili er, men í gomlu Gerðum er morsnigilin vorin sonn plága.
Okkum er sagt, at fólk har á leiðini hava tikið upp í einar 5-600 sniglar eitt kvøld.
Tað, tey hava gjørt fyri at týna sniglarnar er, at tey hava stroytt salt á teir. Fólk flest koyra salt í ein plastposa og tá tey so ganga runt um húsini og savna sviglarnar, verða teir koyrdir í posan og doyggja skjótt.
Í eini grein í Frøði nr. 1 2003, hevur Dorethe Block eina áhugaverda grein um morsnigilin og gevur hon fleiri hugskot um, hvussu ein kann týna snigilin við fellum og øðrum.
Men sum skilst á greinini hjá Dorethe Block, so kunnu vit vænta at snigilin er komin fyri at blíva, tí umstøðurnar hjá hesum skaðadjóri í Føroyum, skulu vera sera góðar.
Morsnigilin verður 5-15 centimetrar langur og er morreyður á liti, harav føroyska navnið, sum Jóhan Hendrik W. Poulsen hevur skotið upp.