Eftir uml. 5 intensar tímar í KÍ Café’ini varð vinnarin av FIFA 08 kappingini, sum EL-IN skipaði fyri, funnin.
Eftir at 76 dystir vóru spældir, gjørdist tað greitt at Mortan Mørkøre av Eiði er føroyameistari í FIFA 08. Skjótt eftir at kappingin var byrja sóu tey uml. 50 fólkini í vóru møtt upp, at Mortan var ein serstaka góður FIFA spælari. Hann tapti ongan dyst allan dagin.
Kappingin var skipa í 6 bólka har ið 4 og 5 lið vóru í hvørjum. Vinnarin av hvørjum bólki fór so víðari í ein fjóðringsfinalu, saman við tveimum av teimum bestu 2’arunum. Øll ið vóru møtt upp sluppu at spæla minst 6 dystir. Tá ið bólkaspælið var liðugt var greitt at Aksel, Verner, Høgni, Christiansen, Cotter, Rúni, Mortan og Høgni vóru teir í skuldu víðari til fjóðringsfinalurnar. Spenningurin var øðiligur og fleiri av teimum ið ikki komi víðari frá bólkaspælinum fylgdu væl við og heppaðu á sínar menn.
Í sjálvari finaluni var lagt upp til ein sannan gysara. Mortan kom framum eftir at Høgni hevði gjørt ein heldur keðiligan feil. Tó so, so svaraði Høgni aftur og kom uppá 2-1 áðrenn Mortan aftur var á blettinum og gjørdi tað til 2-2 sum var endaliga støðan áðrenn fari var til eykatíð. Her var tað Mortan ið aftur dró tað longsta stráið og vísti sínar framúr dygdir sum FIFA 08 spælari.
Jógvan helt at hetta var ein sera væl eydna kapping og vóru fleiri í hildu at hetta átti at vera gjørt aftur. Men nú mugu vit so síggja tíðina ann. Jógvan helt eisini at høli hjá KÍ var sera væl egna til ein slíkan dag. “Eg eri eisini sera væl nøgdur við okkara lut í hesum. Vit hjá EL-IN hava, við hesum eitt sindur annarleiðis tiltakinum, víst at vit hava eitt stórt úrval av tí nýggjasta innan playstation, spøl, sjónvarp og annað. Og so er tað bara fantastiskt at vit kundu fáa fólk ikki bara úr Klaksvík, men kring stóran partin av Føroyum til at vera umboð í hesari kapping.” Segði Jógvan eftir tiltakið.




