Íslendarar grína at fiskivinnulóggávuni í Føroyum, sigur Mortan Mortensen skipari á Kambi
Mortan Mortensen er ein maður í døpurhuga.
– Hetta er hol í høvdið, tey sum hava samtykt hesa lógina hava ikki skræpina av hvat tey hava samtykt, segði Mortan Mortensen við Kringvarpið í gjár.
Mortan skrivar soleiðis á sínum facebook vanga, nú teir hava loyst úr Íslandi:
Nú var mann loksins leysur av Hafnafirði aftur, skipið riggar sum tað skal, men fiskin sum vit ætlaðu at koyra í bingur og senda heim er framvegis í lastuni.
Eg má siga at hettar er fyrstu ferð eg havi følt tað sum skom at verða Føroying, her vóru menn í holt við at gera klárt til landing tá ið vit løgdu at kaj, men eina løtu seinri alt stegga tí Føroysk lóg er í móti hesum.
Har komu spurningar hvat er tað sum gongur fyri seg í Føroyum, ja hvat skal mann svara ? Royndi sum fragast, men sum teir grinu at okkum




