Fyrrverandi venjarin hjá m.a. Stjørnuni og VÍF væntar, at vit fáa nýggjan FM vinnara hjá bæði monnum og kvinnum.
Fyrrverandi venjarin hjá m.a. Stjørnuni og VÍF væntar, at vit fáa nýggjan FM vinnara hjá bæði monnum og kvinnum.
Um vikuskiftið byrjar hondbóltskappingin í bestu deildini hjá kvinnum og monnum. Vit hava sett Morten Hust Petersen, sum hevur vant fleiri lið í bestu deildunum hjá kvinnum og monnum áður, nakrar spurningar um, hvat hann væntar av kappingini komandi kappingarár.
Set stigatalvuna upp soleiðis sum tú væntar í bestu kvinnudeildini:
1. VÍF
2. Kyndil
3. Neistin
4. VB
5. Stjørnan
6. H71
7. StÍF
Hví vinnur VÍF FM hjá kvinnum?
Tað er trupult at meta um. Neistin hevur mist nógv fólk, men hevur í Stine Madsen fingið ein leikara, sum hevur vunnið Champions League við Slagelse. Eg havi eina trúgv uppá, at tað endiliga fer at eydnast VÍF at vinna FM. Tað er við at vera síðsti møguleiki. Ingi Olsen, venjari, kennir genturnar rættuliga gott og um Liljan Djurhuus finnur aftur á sítt gamla støði samstundis, sum Marianna Holm Jacobsen skjótt verður tøk aftur, so sær VÍF sterkt út. Tó er eitt hol á málverjuplássinum, sum skal fyllast.
Hvør fær sítt gjøgnumbrot hetta kappingarárið í bestu kvinnudeildini?
Har vænti eg at tað verður Maria H. Weyhe. Tað kemur nógv at liggja á hennara herðum á tí unga H71 liðnum.
Set stigatalvuna upp soleiðis sum tú væntar í bestu mansdeildini:
1. Neistin
2. H71
3. Kyndil
4. VÍF
5. KÍF
6. Team Klaksvik
7. StÍf
Hví vinnur Neistin FM hjá monnum?
Eg trúgvi, at Neistin við tilgongdini av Rasmus Søby hevur fingið ta vinstruhondina, sum hevur manglað í nógv ár. Hansara fysikkur, skotstyrki, yvirblikk og royndir blíva eitt stórt pluss fyri teir ungu dreingirnar. Harafturat hava teir við Carl Herup og Tróndi fingið royndir, vinnaramentalitet og stríðsvilja. So um Jeppe Borch kann fáa teir at koyra sum eitt lið, so trúgvi eg uppá, at Neistin vinnur FM.
Hvør fær sítt gjøgnumbrot hetta kappingarárið í bestu mansdeildini?
Ársins gjøgnumbrot fær Hilmar Leon Jacobsen. Gott nokk var hann í byrjunaruppstillingini síðsta ár, men við at Peter Krogh ikki er við, so liggur stór ábyrgd á herðunum á Hilmar Leon. Vit sóu til HM hjá U21, at hann er førur fyri at takla tað. So heldur hann sær skaðafríðan, so trúgvi eg, at hann fær ársins gjøgnumbrot.




