Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Møsn frá Kára Egholm Jacobsen í tíðindunum

Jógvan í Skorini

Enn einaferð sleingja býráðspolitikkarar um seg við tómum orðum um kommunusamanleggingar. Høvuðsargumentið var aftur hesaferð, størri kommunur geva fíggjarliga sterkari eindir. Men er hetta nú satt? Er tað veruliga soleiðis, at stórar kommunur hava tørv á minni peningi frá sínum borgarum enn smærri kommunur?

Um sannleikin er, at størri kommunur eru fíggjarliga sterkari enn smærri, so eigur hetta sjálvsagt at síggjast aftur í kommunuskattaprosentinum.

Á Skálafjørðinum eru tríggjar kommunur við niðanfyristandandi fólktalið:

Runavíkar kommuna: 4025

Nes kommuna: 1325

Sjóvar kommuna: 1068

Runavíkar kommuna, sum hevur nógv flest borgarar, eigur sambært útsøgnini hjá Kára at krevja munandi lægri gjald frá sínum borgarum enn hinar “smærru” kommunurnar. Sannleikin sigur tó nakað annað.

Um vit velja at arbeiða við rundum tølum sæst júst tað øvugta, nevniliga at Runavíkar kommuna hevur tørv á áleið 5% meiri frá sínum borgarum enn Sjóvar kommuna, og nærum heili 7% meiri frá sínum borgarum enn Nes kommuna.

Rætti spruningurin at sett Kára Egholm Jacobsen er: Um tit eru fíggjarliga sterkari við nógvum fólki, hví krevja tit so meiri pening frá tykkara borgarum enn hinar “smærri” kommunurnar.

Veruleikin er at eingi prógv eru fyri, at vit fáa fíggjarligari sterkari eindir um vit leggja saman í størri kommunur.

Hetta er tó ikki mítt kjak, eg havi fyri so vítt onga meining um hvørt Skálafjørðurin skal verða ein kommuna ella ikki. Eg kenni meg tó noyddan at tala at, tá politikkarar ferð eftir ferð sleppa at sleingja útsagnir út, uttan at nakar setir spurnartekin við tær.