Í dag opnaði Klaksvíkingurin Beinur Guðjonsson, saman við konuni Debbie stóran mótahandil Destina í Vejle.
Handilin liggur stak væl fyri, mitt í býnum á gøtuni Søndergade 24. Handilin er í kenda handilsmiðdeplinum "Shopping Centret Å centret", sum er við eina brúgv.
Tað er sera lætt at finna, um ein kemur frá Billund. Tað er eitt tað fyrsta man møtir, tá ið man kemur til Vejle, beint áðrenn stóra nýggja handilssentri, dragar man til vinstru og aftanfyri sentri liggur Shopping Centret Å.
Hugnaligt var at støkka inn á gólvi ímorgun og vóru tey bæði sera blíð. Børnini og familjan hjálpu til og gjørdist SáH teirra fyrsti kundi, sig so tað.
Tey selja merkjuvørurnar Bianca, Luisa, Cerano, Wolford, Jeseph Ribkoff, Creenstone og Lisa Campione og aðrar vørur, eitt nú brúðarkjólar. Eisini hava tey merkivørur frá Filippininum, eitt nú Sudance og Natasha. Til síðst hava tey egið design, sum eitur Deborah-Collection.
Um góðar 2-3 vikur verður teirra heimasíða www.destina.dk liðug og tá fer at bera til hjá føroyingum og onnur at keypa via internetið.
Mín áheitan til Klaksvíkingar og Føroyingar er, um tit flúgva via Billund, koyr ein túr til Vejle og vitja nýggja handilin Destina, hann er sera hugnaligur og er vøruúrvalið stórt og breitt. Prísurin er væl kappingarførir og má nevnast, at ein kann tosað føroyskt og tað er ikki so galið, tá ið ein er í Danmark.
Vónandi gongst tykkum væl við nýggja handlinum.
SáH




