Klaksvíkar Ítróttarfelag spennir seg út við hugnaligum tiltaki í KÍ høllini leygardagin 29. november kl. 18:00.
Á skránni verður:
*Mattombola, Café og skjótikapping
*Kendur tónleikari syngur
*Eydnuhjól, har m.a ber til at vinna kjógv, bógvar og síður
*Mótasýning við Maskulin, J.A.P, Sportmaster, Cheap og *Underwear
*Jákup Mikkelsen og fleiri syngja
*Málningauppboðssøla
*Tíðindafróður harri greiður frá gomlum KÍ søgum
*Nissugreytur við góðum mandluvinningi.
*Jólamenn koma møguliga á vitjan
Dyrnar lata upp kl. 18.00, og tað er ókeypis atgongd.
(Kelda: www.ki.fo)




