Komandi vikuskifti verður møti og næsta vikuskifti verður familjumøti á Ørkini í Reykjavík.
Sunnudagin 6. december kl. 16.00 verður møti við Árna Jacobsen úr Leirvík.
Leygardagin 12. december kl.14.00 verður familjumøti við Kristiannu og Torleif Johannesen av Nesi.
Sunnudagin 13. december kl. 16.00 verður møti við Torleif Johannesen, sjómanstrúboðara.
Eftir møtini er drekkamuður at fáa.
Øll eru hjartaliga vælkomin!




