Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Motiónsrenning (Stuðulsrenning) og Barnarenning

Frælsur Ítróttur

Í smb. við NS hálvmaraton í morgin, so verður eisini skipað fyri Motiónsrenning og Barnarenning

Barnarenningin byrjar kl. 13.30 og verður kappast í hesum bólkum: 

– Gentur/Dreingir -7 (f.2013 ella seinni)
– Gentur/Dreingir -10 (f.2010-2012)
– Gentur/Dreingir -13 (f.2007-2009)

Tilmelding er á hesi leinkju: NS Barnarenning 2020 inntil kl. 22.00 í kvøld og annars í Norðoya Sparikassa áðrenn kl. 13.00 í morgin.

Motiónsrenningin er stuðulsrenning til frama fyri “Sóljubussinum” hjá Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn. Alt luttøkugjaldið á kr. 100,- verður latið til endamálið. Um ein hevur hug at stuðla við meira enn luttøkugjaldinum, so ber tað eisini til, tá tilmeldað verður. Leinkja til tilmelding er her: NS Motiónsrenning 2020 inntil kl. 22.00 í kvøld og annars í Norðoya Sparikassa áðrenn kl. 13.45 í morgin.

Í 5,3 km Motiónsrenningini verður kappast í hesum bólkum:
– Menn/kvinnur (f.1975-2008)
– Menn/kvinnur veteranar (f.1965-1974)
– Menn/kvinnur superveteranar (f.-1964)