Partur av tunnils-hátíðarhaldinum var forvitnislig vitjan av 220 – 230 motorsúkklum. Nógvar stóðu skipaðar í røðir á ferjuleguni, undir hátíðarhaldinum har, ið var hildið í samband við seinasta túrin hjá Dúgvuni.
Eftir at røður og annað var avgreitt á ferjuleguni, fóru tær allar saman við fylginum við ellisakførunum, bussunum og fólkamongdini niðan móti tunnilsmunnanum, har almenna hátíðarhaldið varð uppafturtikið við hornblástri av Klaksvíkar Hornorkestri, røðum av Jóannes Eidesgarard, løgmanni, Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í vinnumálum og Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóra í Klaksvík. Áðrenn bandið var klipt, av Bjarna Djurholm, helt nevndarformaðurin í Norðoyatunlinum, Bergur í Garði eina røðu.
Eftir almennu upplatingina samlaðust allar við Tekniska Skúlan, har høvið var at síggja hesar kraftmiklu maksinur, ið tykjast at hava fingið fastatøkur á Føroyingum í seinastuni.




