Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mótsagnir í verjuskrivinum til løgmann

John William Joensen

Í verjuskrivinum frá kommununi til løgmann heldur kommunan fæst við at Phoenix er undir fíggjareftirlitinum hóast kommuna hevur undirskrivað skjal har fyritøkan ger greitt at hon er undir týskari lóg

Kommunan skrivar í brævið sínum til løgmann at tá danska fondsmeklarafyritøkna Phoenix í 2001 setti seg í samband við kommununa, vendi Klaksvíkar Kommuna sær til fíggjareftirlitið.  Í brævið frá fíggjareftirlitinum tann 30. mai 2002, skal kommuna hava fingið váttan frá fíggjareftirlitinum um at fyritøkan var undir eftirlitið og grannskoðað av altjóða grannskoðarafyritøku.

Mótsøgn
Tað er trupult at síggja samanhangin i hesari niðurstøðuni hjá Kommununi tí sambart teimum avtaluskjølum sum kommunan hevur undirskrivað kemur greitt framm at tala er um eitt týskt felag undir týskari lóg
 
Í INDRTÆDELSESERKLÆRING OG INDSKUDSKONTRAKT, sum borgarstjórin og skrivarin hava undirskrivað stendur soleiðis:
“Jeg/vi anmoder hermed om at indtræde i PHOENIX Managed Account (i det følgende forkortet PMA) med en konto denomineret i Euro respektivet om forhøjelse af indskuddet i henhold til nedenstående betingelser. Kontrakten indgås med PHOENIX Kapitaldienst GmBH med Phoenix Fondsmæglerselskab A/S som formidler. Phoenix Fondsmæglerselskab A/S er som formidler berettiget til på vegne af PHOENIX Kapitaldienst GmbH, at modtage kunders anmodning om indtræde i PMA eller om forhøjelse af indsskuddet i PMA…..”
 
Beint við síðurnar av undirskriftunum hjá Klaksvíkar Kommunu stendur skrivað:
 
“…PHOENIX Kapitaldienst GmbH er fra den 01.08.1998 medlem af sikringsinstitution (investor garantiordning) undri statslig tilsyn i henhold til den tyske lov om sikring af indskud og erstatning til investorer………
 
Harafturat eru øll kontoavrit og annað brævasamband millum kommununa og Phoenix á týskum, so tað kann eingin vera í iva um at kommunan hevur verið vitandi um at talan var um týskt felag sum tískil ikki var undir danska fíggjareftirlitinum.
 
Ti er eisini trupult at skilja hví kommunan í brævið til Løgmann tann 26. mai 2005 heldur fast við at felagið var undri danska fíggjareftirlitinum.