Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Móttøka á Bakka í dag

Helgi Abrahamsen

”Tann sum onga kós heldur, fær ikki undanvind á nakrari ætt.” Tað segði Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, í sambandi við móttøkuna sum var í dag fyri nýggja tænastuskipinum hjá Bakkafrosti, M/S Martin.

”Tann sum onga kós heldur, fær ikki undanvind á nakrari ætt.” Tað segði Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, í sambandi við móttøkuna sum var í dag fyri nýggja tænastuskipinum hjá Bakkafrosti, M/S Martin. Tórbjørn Jacobsen fegnaðist um, at stóru skipini hjá Bakkafrosti verða uppkallað eftir teimum trimum beiggjunum, sum løgdu lunnar undir felgið.

”Teir tríggir fóru alt ov ungir,” segði hann, og vísti á, hvønn týdning teirra virksemi hevði havt fyri vinnulívið á staðnum. Hann loyvdi sær at kalla beiggjarnar ”ketilsdragts-kapitalistar” í positivari merking.

Eisini Regin Jacobsen, stjóri, og Poul Michelsen, landsstýrismaður, hildu røðu. Regin Jacobsen greiddi frá um skipið, meðan Poul Michelsen millum annað frødist um, at enn eitt stig verður tikið fyri at sleppa undan kemiskum evnum í sambandi við avlúsing av alifiski.

Umframt røðurnar spældi Nes Sóknar Hornorkestur eisini nøkur løg, og Terje Vestergaard sang sangin ”Sum áarstreymur”, ið Hans Jacobsen (Hans á Bakka) hevur yrkt.

Aftaná løtuna á bryggjuni høvdu vitjandi møguleika at vitja umborð á skipinum, og eisini varð boðið til eina máltíð í kantinuni á Bakkafrosti.

Harleywoodpaint