Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Móttøka av nýggja brunnbátinum “Hans á Bakka”

Tíðindaskriv

Nýggi brunnbáturin hjá Bakkafrost “Hans á Bakka” kemur á Skálafjørðin í morgin hósdagin tann 30. juli 2015.

Skipað verður fyri móttøku av brunnbátinum á bryggjuni á Bakka kl. 10:00 við dópi, tónleiki, sangi og røðum. Opið er fyri vitjandi umborð millum kl. 11:00 og 13:00.

Øll eru hjartaliga vælkomin.