Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Móttøka fyri Juvél II á Stangarbrúnni

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Leygardagin klokkan 16:00 legði nýggja trúboðanarskipið hjá brøðrasamkomuni, Juvél II, at Stangarbrúnni, har móttøka var fyriskipað.

Aftur við sálmatónleiki frá Klaksvíkar Hornorkestri legði Juvél II leygardagin at Stangarbrúnni, har fitt av fólki var og tók ímóti.

Mikkjal á Bergi greiddi frá skránni fyri móttøkuna, áðrenn Jórun Høgnesen, næstforkvinna í mentanarnevnd býráðsins bar eina heilsan vegna býráðið.

Sangkórið í Betesda sang ein sang, og síðan fekk Óli Steinberg, trúboðari, orðið at bera fram eina heilsan frá skipinum.
Óli er ein av høvuðsmonnunum aftan fyri tað virksemið, sum Juvél II skal brúkast til í Grønlandi.

Jógvan Gerðalíð endaði móttøkuna við einum orðið og bøn, áðrenn fólk fingu høvi at fara innar í JFK Heilsølu at fáa ein drekkamunn v.m.

– – –

Niðanfyri prenta vit heilsanina, sum Jórun Høgnesen, býráðslimur og næstforkvinna í mentanarnevnd býráðsins, bar fram vegna Klaksvíkar Býráð:

Fyrst av øllum fari eg vegna Klaksvíkar Kommunu  at ynskja Juvel II við skipara og manning hjartaliga vælkomnum til Klaksvíkar.

Hetta er ein stórur dagur í tykkara virksemi og eitt megnartak, sum Brøðrasamkoman her lyftir.

Ikki er ætlanin, at skipið skal verða liggjandi við bryggju her á hesum sinni, men skal gerast klárt so skjótt sum gjørligt og sigla til Grønlands, fyri síðani at koma aftur í vetur.

Í Grønlandi skal skipið ikki til vanligan vinnuligan fiskiskap, men skal til eitt annað slag av fiskiskapi, sum vit lesa um í Halgubók hjá Matteusi kap. 4, ørindi 18, 19 og 20.

Sum hann nú gekk við vatnið í Galilea, sá Hann tveir brøður, Símun, ið kallast Pætur, og Andrias, bróðir hansara, seta garn í vatnið; tí teir vóru fiskimenn.
Hann segði tá við teir: “Fylgið Mær, so skal Eg gera tykkum til menniskjafiskimenn!”
Og við tað sama fóru teir frá gørnunum og fylgdu Honum.

Á hesi fiskiveiðu tykkara eru ongar kvotur ásettar, og fiskidagatalið er okkum ókent og Gud havi lov fyri tað. Við hesum skipinum eru umstøðurnar vornar munandi betri til at útinna tann gerning, sum ætlanin er.

Vit eiga at vera takksom fyri, at vit her á landi eru so væl fyri, at vit eisini kunnu fara út um landoddarnar, at boða gleðiboðskapin, og at tað eru fólk, sum eru til reiðar at hjálpa har tað er neyðugt og á tann hátt vísa næstrakærleika, sum er ein av súlunum í kristindóminum.

Við hesum missiónstiltaki eru tit lýðin seinastu boðum Jesusar, áðrenn hann fór heimaftur í dýrdina, har hann segði: Farið út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar! Hann fer at løna tykkum fyri verkið.

Hugaligt er tað, at heimstaður okkara kann vera við til at bera hendan glaða boðskapin, sum kann seta fangar í frælsi, til onnur fólkasløg.

Flestu av okkum munnu so mangan hava ásannað, hvussu gott tað er at hava eina fasta klettagrund at hella seg til, serliga tá ið hart leikar á.

Tann reyði tráðurin í halgisøgunum hjá Selmu Lagerløf  sigur tað  nakað soleiðis: At ongin kann sleppa menniskjum undan sorgum teirra, men honum skal nógv verða fyrigivið, ið gevur teimum av nýggjum dirvi at bera tær.

Tað skal verða mítt ynski, at hetta skip og manning tess kemur at veita menniskjum ta vón, sum Halgabók gevur, og ugga og dirvi at bera tær avbjóðingar, ið livið nú einaferð kann hava við sær, og at tað verður til stóra signing og gleði alla staðni, har tað kemur.

Eg vil tí vegna meg sjálva og borgarstjóran, sum av góðum grundum ikki kann vera her, og Klaksvíkar Kommunu ynskja tykkum blíðan byr og at Harrin má fylgja skipi og manning á øllum tykkara leiðum.

Jórun Høgnesen