Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Móttøka fyri Klaksvíkar Róðrarfelag

Tekst og myndir: Dávur Winther

Leygardagin varð skipað fyri almenn móttøka í neystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag.

 

Klaksvíkar Býrað var við til at heiðra teir mongu vinnarnar og helt Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini eisini røðu fyri teimum.

 

Hetta hevur verið besta kappingarárið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag. Flestu manningarnar hava roynt at vinna á teimum ymsu stevnunum, og vunnu fleiri teirra á Ólavøku – heili fimm gull á Ólavsøku.

 

Tað vóru tær tríggjar manningar, sum vunnu FM, Sævarmoy barnaróður dreingir, Fípan Fagra dreingir og Klasvíkingur, ið fingu kekk á kr. 5.000,- frá Klaksvíkar býráð .

 
Hesir bátarnir hava vunnið minst tvær stevnur:

Sævarmoy barnaróður gentur

Fípan Fagra gentur

Páll Fangi menn

 

Her verður røðan hjá Jóhannu C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini endurgivin:

 

Góðu róðrarfólk, tit í KRF,  venjarar, foreldur, avvarðandi og stuðlar

Tað er mær ein heiður at siga nøkur fá orð við hesa móttøku.

Eg má bara siga, at tit eru einki minni enn fantastisk.

Tit hava megnað tað, eingin fyrr hevur megnað.

Vit eru mong, sum hava fylgt tykkum í mong ár, og tað hevur mangan gingið væl, og onkuntíð minni væl, men í ár er bara tað besta nakrantíð.

Tað byrjaði ikki serliga væl í ár. Tann fyrsti róðurin á Norðoyastevnu varð av ongum, tað var ein sera frustrerað og kedd Sonja, eg tosaði við aftaná avgerðina hjá RSF.

Men tit fullu ikki í fátt, tit kempaðu víðari, og tøkk skulu tit hava fyri tað.

Eg havi hug at taka eina lítla søgu fram.

Tad var ein múgvandi maður, sum hevði hug at vísa soninum, hvussu fátøk fólk livdu.

Teir búðu nakrar dagar úti á einum bóndagarði saman við einari familju, sum var sera fátøk.

Afturkomnir av túrinum spurdi pápin sonin, hvussu honum hevði dámt túrin.

Jú, segði sonurin, mær dámdi væl.

Ja, nu sást tú, hvussu tey fátøku liva, og hvat lærdi tú so av hesum?

Sonurin svaraði:

Vit hava ein hund, tey høvdu 4. Vit hava ein svimjihyl mitt í urtagarðinum, tey hava eina á uttan enda.

Vit hava keypt lampur at lýsa í garðinum, tey hava stjørnurnar og mánan at lýsa upp um náttina.

Vit hava ein innara garð, sum røkkur til tann uttara garðin, tey hava allan sjónarringin.

Vit hava ein lítlan part av lendi at búleikast á.

Tey hava lendi, sum røkkur so langt, sum eygað sær.

Vit hava tænarar at tæna okkum, tey tæna øðrum.

Vit keypa okkara mat, tey dyrka sín egna mat.

Vit hava hegn og múrar fyri at verja okkara ognir, tey hava vinir at verja seg.

So takk pápi fyri, at tú vísti mær, hvussu rík tey eru.

Gevur hetta okkum ikki nakað at hugsa um, at vit síggja virðið í tí góða, okkara nærumhvørvi, vinum og familju, at vit síggja møguleikar í staðin fyri forðingar, og at vit gera okkara besta.

Og ikki kann sigast annað enn, at tað hava tit gjørt!  Eg havi ikki tal á, hvussu nógvar róðrar tit vunnu í ár. Og hvussu nógv steyp tit hava fingið.

Men tað var stuttligt at handa tykkum so nógv steyp 24. juli.

Og enn stuttligari var at standa á molanum á ólavsøku.

Vit hava fast pláss undir ólavsøkuróðrinum, og stóðu vit og róptu og klappaðu og skrálaðu hvørja ferð, tit komu á mál. Tá ið 10-mannafarsróðurin var av, vendir ein maður sær ímóti mær og spyr: also heldur tú bara við teimum, sum vinna? Ja, í dag vunnu vit gull ella blivu FM-vinnarar í øllum róðrum, sum vit luttóku í – EINKI MINNI ENN FANTASTISKT.

5 gull á ólavsøku.

3 føroyameistaraheiti, tað er flott!

At tit vita, hvat vit gera, er einki at ivast í; og at tit elska tað, tit gera, sást týðiliga.

Nógv at tykkum eru sera ung, og ikki kann væntast, at tit vinna hvønn róður.

Men

–        at tit øll luttaka og ofra tykkum

–        at tit læra spælireglurnar

–        at tit arbeiða saman og eru íðin

–        at tit eru í einum sunnum felagsskapi og knýta vinabond

alt hetta kemur uttan iva at fylgja tykkum inn í vaksnamanna lívið og verður tykkum ein góður førningur.

Og tit, sum ikki eru í fremstu røð í ár, haldið á. Sverri Nielsen, sum bleiv nr 4 í OL í ár, sum er eitt satt bragd, og ja, sjálvt tykkara venjari, Magnus Norðberg, sum hevur sett eitt flott met í ár, byrjaði eisini sum tit.

Og vita skulu tit, at tit eru fyrimyndir hjá okkum eldru og eisini hjá komandi ættarliði.

Túsund takk, tit foreldur, sum so íðin hava stuðlað tykkara børnum. Tit eiga ein dýrabaran ungdóm, sum hevur brúk fyri tykkara treytaleysa kærleika og stuðli.

At tit í Klaksvíkar Róðrarfelagi, nevnd og venjarar, gera eitt megnar arbeiði, ivast eingin av okkum í.

At tit hjálpa ungdóminum í býnum at liva á ein virknan og sunnan hátt er so týdningarmikið – takk skulu tit hava fyri tað.

Tit hava prógvað, at tað ikki eru hølisumstøður, sum skapa góðar karmar, trivnað og úrslit.

Kortini er tað eingin loyna, at vit gleða okkum til eitt nýtt róðrarneyst komandi ár.

Vegna Klaksvíkar Kommunu skal eg handa ein kekk til FM-vinnararnar í 2021 og ynskja tykkum øllum hjartaliga til lukku.

Barnaróður dreingir SÆVARMOY

5-mannfør dreingir  FÍPAN FAGRA

10-mannafør  KLAKSVÍKINGUR

 

Takk fyri