Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Móttøka fyri Mjølnir í býráðshúsinum í dag

klaksvik.fo

Kl. 15.30 í dag verður besta mansliðið hjá Mjølnir heiðrað í býráðshúsinum.

Klaksvíkar býráð ynskir at hátíðarhalda, at Mjølnir í ár hevur vunnið bæði steypakappingina og føroyameistaraheitið í mans flogbólti. Í hesum sambandi bjóðar Klaksvíkar kommuna til móttøku í býráðsalinum.

Karl Johanesen, borgarstjóri, heldur eina røðu og øll flogbólts áhugaði fáa møguleika at heilsa uppá føroyameistararnar.

Bjóðað verður kaffi og køka. 

Øll eru hjartaliga vælkomin.