Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Móttøka fyri M/S Martin

Helgi Abrahamsen

Leygardagin 4. mars 2017 verður skipað fyri almennari móttøku, tá nýggja tænastuskipið hjá Bakkafrosti M/S Martin kemur á Glyvrar.

Leygardagin 4. mars 2017 verður skipað fyri almennari móttøku, tá nýggja tænastuskipið hjá Bakkafrosti M/S Martin kemur á Glyvrar. Dagurin verður hátíðarhildin við røðum, tónleiki og møguleiki verður at vitja umborð á skipinum.

Skráin fyri móttøkuni er:

Kl. 14:00 Nes Sóknar Hornorkestur spælir

Kl. 14:10 Regin Jacobsen, stjóri, bjóðar vælkomin

Kl. 14:15 Poul Michelsen, landsstýrismaður, heldur røðu

Kl. 14:25 Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, heldur røðu

Kl. 14:35 Terje Vestergaard syngur sangin “Sum áarstreymur”

Kl. 14:40 Nes Sóknar Hornorkestur spælir tjóðsangin

Kl. 14:45 Opið skip umborð á M/S Martin

Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja umborð á M/S Martin aftaná móttøkuna, sigur Bakkafrost.