Hvannasunds kommuna bjóðar øllum til hátíðarhald mánakvøldi, har gullvinnarin á 800 metra teininum, Rebekka Fuglø verður heiðrað
Hvannasunds kommuna bjóðar øllum til hátíðarhald mánakvøldi, har gullvinnarin á 800 metra teininum, Rebekka Fuglø verður heiðrað
Hvannasunds kommuna skrivar soleiðis á sínum facebook vanga:
Okkara egna Rebekka Fuglø setti allar hinar uppá pláss í 800m renningini, umframt at hon vann bronsu á 1500m á Oyggjaleikunum 2017.
Tað fer Hvannasunds kommuna at hátíðarhalda saman við Rebekku.
Tí bjóðar kommunan øllum at heilsa uppá gull-vinnaran mánakvøldi kl 20 í Barnahúsinum Imba á Fossánesi.
Vælkomin øll somul




