Í gjárkvøldið bleiv skipað fyri móttøku fyri ungu íðkarunum hjá Treysti, sum veruliga gjørdu vart við seg í Íslandi í vikuskiftinum í Stórmót ÍR. Tey vunnu heili 8 gullheiðursmerkir, 6 silvurheiðursmerkir og 2 bronsuheiðursmerkir.
Andreas Josephsen, formaður í Treysti bjóðaði vælkomin. Síðani heilsaði Signhild Johannesen, forkvinna í mentunarnevnd býraðsins, uppá allar íðkararnar og handaði teimum rósur, og bar síðani fram hesi orð:
Tað er einki sum eitur ringt veður, menheldur vánalig klæðir. Við slíkum hugburið, kann man ikki annað enn náaúrslitum.
Havi við áhuga og spenningi fylgt viðferðini hjá tykkum, á fb og miðilinum.
Yvirskriftir sum: Hetta eru heiltfantastiskar umstøður, fara inn undir húðina og geva mær kenslu av ikki atstrekkja til. Men at síggja úrslit, gevur okkum øllum áræði og vón at halda áfram.
Heldur enn at sita hendur í favn, meðanbíða verður eftir drúgvu tilgongdini, sum tað er at ognartaka, har virðing fyrieigarnum, við hoyringstíð o.a. skal takast við, hava brúkararnir avstadionøkinum, saman við umsiting og politiska mynduleikanum, í eina tíðarbeitt við verkætlanini. Har sjálvandi eitt umboð, sum tosar tykkara tørv,ynskir og dreymar, eisini er við. So vónin at náa málinum, við hesumarbeiðsháttinum, har alt er væl gjøgnumhugsa og -arbeitt, er bjørt og íeygsjón.
Aftur til tykkum ungu evnaríku íðkarar.Hugsi og havi helst sagt tað fyrr, at tit ikki eru greið yvir hvønn týdning tithava fyri okkara børn, ungu og okkara bý, men tað ger kanska heldur einki. Titgera hetta av áhuga og fyri tykkum sjálvi, fyri vælveruna og avbjóðingina, sumein og hvør eigur, at seta sær sjálvum. Men tað er umráðandi, at vit sum varða av,geva tykkum ans, fyri síðani at taka vitanina við í teimum ætlanum um útbyggingog framburði her í býnum.
8 gull, 6 silvur og 2bronsuheiðursmerkir koma tit heim aftur við. Tríggir íðkarar hava kláraoyggjaleikakrøv, sum fer at geva tykkum møguleika, at umboða okkara land útií heimi, ein virðilig og góð umboðan fyri land og fólk. Eitt stórt tillukkutil tykkum øll. Nú byrjar skjótt at vára og spírar fara at hómast. Ein heilsantil tykkum øll, koyri á og lati ikki forðingarnar á vegnum steðga tykkum, mengleðist um alt tað, ið tit sáða rundan um tykkum. Til lukku og takk fyri.
Eftir at Signhild hevði haft orðið, so bar Guttorm Sørensen, venjari, fram nøkur orð og tók samanum túrin sum heild, og fegnaðist um samstarvið tey hava fingið í lag við FH av Hafnarfjørðinum, sum vóru sera blíð við allar íðkararnar úr Treysti og tóku sera væl ímóti teimum, og góðu teimum góðar umstøður at venja undir í nýggju innandura høllini hjá teimum til frælsan ítrótt.




