50 ár eru liðin síðani Føroya Banki setti á stovn deild í Klaksvík, og hetta verður markerað við almennari móttøku á Fornagørðum ídag. Um upplatingardagin í 1955 skrivar Norðlýsið:
Tveir bankar opna sama dag
Týsdagin 15. november var merkisdagur í Klaksvík. Bæði Sjóvinnubankin og føroya Bankin opnaðu tær nýstovnaðu deildirnar henda dagin, og vóru tessvegna kendir bankamenn komnir til bygdina; áður hevur bygdin ligið í bankaloysi.
Deildin, Sjóvinnubankin hevur sett á stovn, eitur Norðoya banki. Rasmus Olsen úr Svínoy verður fyristøðumaður,, ta fyrstu tíðina; meðan hin deildin, sum Føroya Banki hevur sett á stovn, eitur Føroya Banki, Norðoya deild, og her er Pauli Gaard Hansen, fyristøðumaður.
Sum kunnugt bygdi Sjóvinnubankin beint aftaná kríggið stór bankahús í Klaksvík, men áðrenn tey vórðu liðug, kom krakkið og harvið steðgurin í her norðuri, men nú eru viðurskiftini broytt so mikið, at bankin hevur fullgjørt húsini og stovnað ta ætlaðu deildina.
Tað hevur leingi verið tørvur á at havt banka í hesi stóru vinnubygdini, og er tað ein góður lætti og eitt framstig fyri vinnulívsmenn í bygdini, at teir hava banka við hondina og sleppa undan at fara til Havnar, hvørja ferð tað er neyðugt at samráðast við bankarnar.




