Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Móttøka í Húsinum á Fornagørðum

Klaksvíkar Kommuna

Gigni – Heilsufrøði til børn & ung – flytur nú í nýggj hølir í Húsinum á Fornagørðum í Klaksvík, har eisini aðrir stovnar innan barna- og ungdómsøkið halda til.

Gigni – Heilsufrøði til børn & ung – flytur nú í nýggj hølir í Húsinum á Fornagørðum í Klaksvík, har eisini aðrir stovnar innan barna- og ungdómsøkið halda til.

Í hesum sambandi vilja vit fegin geva øllum høvi at síggja snotuligu umstøðurnar á Fornagørdum, og tí bjóða Klaksvíkar kommuna og Gigni til almenna móttøku:

Hósdagin 10. mars frá kl. 14:00 til 16:00, har millum annad tónleikaframførsla, lætt ábit og røður verða á skránni.