Eftir avrikið í Havn, har Stjørnan vann á Tjaldrinum í steypafinaluni, var móttøka í KÍ-høllini tá okkara kvinnur komu aftur.
Borgarstjórin, Gunvá við Keldu, segði nøkur vælvald orð og kvinnurnar og hjálparfólk fingu blómur og lovorð.
Eisini var skipað fyri kaffi og onkrum afturvið til øll, ið vóru møtt upp til móttøkuna.




